Vinna

1700 tons eftir av makreli

...

2013-10-25 21:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú eru knappliga 1700 tons eftir av makreli í ár.

Fiskað eru 142.108 tons, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Kvotan er 143.795 tons.

Nótaskipini royna nú eftir sild norðanfyri og í altjóða sjógvi norðan fyri føroyska fiskimarkið.

26.000 tons eru eftir av norðhavssild.

Fiskað eru 79.258 tons sambært teimum fráboðanum, Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið. Kvotan er 105.230 tons í ár.

Kelda kvf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder