Vinna

17 skip sigla inn

...

2014-08-24 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at felagskvotan sum partrolararnir høvdu var uppfiskað og at øll skipini skuldu gevast at fiska makrel/sild kl. 15 í gjár. Tí fóru øll at sigla inn, nøkur eru komin í havn í morgun og 17 skip koma inn fyrrapartin í dag, tey eru: Vesturtúgva, Grønanes, Fram, Sardis, Topas, Beinisvørð, Suðringur, Rankin, Grunnabarð, Smaragd, Safir, Stjørnan, Polarhav, Vestmenningur, Skoraberg, Steintór og Atlantsfarið.

5 av teimum størru skipunum eru í morgun stødd á feltinum á uml. 64N og 3V, tey eru: Norðborg, Christian í Grótinum, Akraberg, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder