Vinna

17 prosent av makrelstovninum eru í føroyskum sjógvi

...

2013-08-29 18:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt føroyskt, eitt íslendskt og tvey norsk skip kannaðu makrel og sild í juli.

17 prosent av makrelstovninum, sum varð máldur í summar, eru í føroyskum sjógvi. Talan er um 17 prosent av 8,8 milliónum tonsum, hálv onnur millión tons. Stovnurin er nógv størri nú enn í fjør, tá hann var 5,1 milliónir tons.

Sambært FiskeribladetFiskaren eru 17 prosent í føroyskum sjógvi, samanborið við 15 prosent í fjør, 17 prosent í íslendskum sjógvi, har vóru 30 prosent í fjør, og í norskum sjógvi eru 45 prosent. Har vóru 40 prosent í fjør.

ES ikki við í kanningunum

Bara 3,7 prosent av makrelinum vóru í ES-sjógvi, men har var ikki farið so víða um, tí ES vil ikki vera við í kanningunum hjá hinum strandarlondunum.

Eitt føroyskt, eitt íslendskt og tvey norsk skip kannaðu makrel og sild í juli. ICES fer nú at viðgera niðurstøðurnar og gera tilmæli um, hvussu nógv er ráðiligt fiskifrøðiliga at fiska næsta ár, tað skrivar kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder