JN

17. maidagshald í Føroyum

...

2014-05-11 17:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

17. maidagshald í Føroyum

200 árið fyri norsku grundlógini verður eisini markerað við einum serligum 17. mai dagshaldi í Føroyum.

Tað er Føroyskt-Norskt Felag í samstarvi við Fróðskaparfelagið og Norrøna Felagið, sum skipar fyri haldinum. Haldið verður í Norðurlandahúsinum millum klokkan 14 og 18.

Dagurin verður hildin í norskum 17. mai anda við felagssangi, røðum, framførslum og serligum aktivitetum fyri børnini. Kaj Leo Holm Johannessen, løgmaður, heldur setanarrøðuna, og millum teirra, ið fara at bera fram heilsu, er norski konsulin í Føroyum, Peter Even Djurhuus.

Tveir fyrilestrar verða á skránni. Hans Andrias Sølvará, lektari á Fróðskaparsetrinum heldur ein søguligan fyrilestur, sum tekur útgangsstøði í friðaravtaluni, sum var undirskrivað í Kiel í januar 1814, og sum var orsøkin til at norðmenn settust at orða eina grundlóg fyri landið, og sum var undirskrivað á Eidsvoll 17. Mai sama ár. Sama friðaravtala var eisini orsøkin til, at Føroyar og hini hjálondini í Norðuratlantshavi komu beinleiðis undir danskt ræði.

Hin fyrilesturin verður við Vár í ??lavstovu, adjunkti, sum fer at greiða frá um norskar bókmentir og rithøvundar um tað mundið tá norska grundlógin varð skrivað.

Eisini verður framførsla við Hanusi G. Johansen, sum jú hevur fleiri norskar sangir á síni sangskrá, ikki minst hansara egnu tónasetingar av yrkingum hjá Jacob Sande.

17. mai tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis og ætlað øllum áhugaðum.

Vegleiðandi skrá fyri 17. mai haldið:

Kl. 14.00: 17. mai haldið verður sett við at norski tjóðsangurin verður sungin, og løgmaður Føroyaheldur røðu

Kl. 14.20: Søguligur fyrilestur um friðin í Kiel og avleiðingarnar av honum í norskum og føroyskum høpi v/ Hans Andrias Sølvará

Kl. 15.00: Felagssangur

Kl. 15.20: Fyrilestur um norskar bókmentir og rithøvundar fyri 200 árum síðani v/ Vár í ??lavsstovu

Kl. 16.00: Leikir og spøl

Kl. 16.30: Kaffi/the við siðbundnum norskum køkum, bakaðar eftir 200 ára gomlum uppskriftum og smakkiroyndir av øðrum siðbundnum norskum mati.

Kl. 17.20: Hanus G. Johansen syngur norskar vísur

Kl. 18.00: Tiltakið endar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder