2014-08-13 20:00
Leygardagin tann 16. aug kl. 8.00
Motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.17 árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy.
Í ár verða tveir teinar at svimja.
1. Tann vanligi, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd.
2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.
??ll møtast hjá radioamatørunum kl.8.00.
Klokkan 9.00 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman Yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá radioamatørunum.
Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina kl 10.00
Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiini í Nolsoy.
Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær.
Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær upp á land.
Tú skalt fáa til vega:
1. Froskmanna- ella triatlonbúna.
2. Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við.
3. Báturin skal hava VHF.
4. Hampuliga venjing.
Tilmelding á 583273
Tilmeldingargjaldið er 100,00 kr. fyri longra teinin og 50 kr. fyri styttra.
Gjaldast á konto 6460- 1593767, merkt Stuðulsnevndin.
Til ber eisini at melda til á startmálinum
Samskiparar:
Erlendur Simonsen
Evald Rasmussen 583273
teldupostur: [email protected]
Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald