2021-02-09 22:02
32 tingfólk vóru í salinum, tá málið fór til atkvøðugreiðslu beint fyri klokkan 21 í kvøld.
33. tingmaður, einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri, Kristin Michelsen, fór av fundi fyrr í dag ??? hann skuldi til Suðuroyar.
Fyrst varð atkvøtt um eitt broytingaruppskoti hjá andstøðu vinnunevndini. 16 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti. Tá meiriluti ikki er fyri einum uppskotið, er tað fallið.
Síðan varð atkvøtt um broytingaruppskotið frá Christian Andreasen. Sama úrslit, og uppskotið fall, les meira á portal.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald