Politikkur

14. september - ein fagnaðardagur fyri tjóðina

...

2014-09-14 22:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðan 14. september.


Hetta er ein fagnaðardagur fyri fólkaræðið í Føroyum. Tí hendan dagin fyri 68 árum síðani valdu føroyingar á fólkaatkvøðu síni rættindi sum tjóð og at eiga sítt egna land.

Fólkaatkvøðan varð sett í verk av sambandsflokkunum og donsku stjórnini sum ein ræðumynd, har fólk antin skuldu velja eina heimastýrisskipan ella loysing (ella "løsrivelse" sum tað varð sagt á donskum), ið varð sett fram sum eitt ræðandi hugtak.

Hevði fólkið valt tað danska stjórnaruppskotið, so høvdu vit givið øll rættindi frá okkum sum tjóð og gjørt okkum til ein samrunnan part av Danmark.

Men tíbetur - og ímóti øllum forsagnum - so valdi ein meiriluti loysing.

Hóast politisku flokkarnir og danska stjórnin síðani runnu undan úrslitinum og settu heimastýrisskipanina í verk - sum fólkið hevði vrakað á fólkaatkvøðuni - so er avgerðin á fólkaatkvøðuni grundarlagið fyri, at vit í dag hava rættin at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Og hon er grundin undir, at tjóðskaparstríðið hevur hildið fram og fer at halda fram til vit røkka á mál.

Og heldur enn at enda sum eitt annað Hetland, um vit høvdu valt at melda okkum inn í Danmark við fólkaatkvøðu, so hevur hendan avgerðin um loysing í 1946 lagt lunnarnar undir øll tey mál, ið eru vunnin síðani. Tað er tann støðuga tjóðskaparrørslan í Føroyum, sum hevur vunnið okkum tað, sum í dag er okkum dýrabærast og skapar okkum framburð og búskaparligt, mentanarligt og sosialt jørðildi: Mál og mentan, skúla, fiskimark, undirgrund, heilsuverk og almannaverk, vegir og havnir, flogferðslu, luttøku í altjóða samstarvi og so framvegis.

Hetta er alt vunnið, tí vit ongantíð hava góðtikið tær ódemokratisku niðurbindingarnar í heimastýrinum, men hava brotið garð og hildið fram vat byggja egið land við støði í fólkaræðiligu avgerðini á fólkaatkvøðuni.

Og stríðið til fult fólkaræði í Føroyum fara vit eisini at vinna - og tá fara sjálvt tey, sum í dag royna at gera til láturs fólkaatkvøðuna og fólkaræðið, at fegnast saman við okkum um tað bragdið, sum varð framt 14. september fyri 68 árum síðani.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder