Vinna

14% fleiri gistinætur í februar

...

2021-03-25 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan skrivar: Hóast vøkstur í gistináttum, vórðu lutfalsliga færri kømur brúkt samanborið við februar í fjør.

Í februar vóru tilsamans gott 7.400 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru næstan 900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Kelda: Hagstova FøroyaPersónsgistinæturGistingar á gistingarhúsumJan '13Mai '13Sep '13Jan '14Mai '14Sep '14Jan '15Mai '15Sep '15Jan '16Mai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '212014201620182020010.00020.00030.0007.426September 2014??? Persónsgistinætur: 11.820

Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum.

Kelda: Hagstova FøroyaPersónsgistinæturGistingar á gistingarhúsumTórshavnarøkiðUttan fyri TórshavnarøkiðJan '13Mai '13Sep '13Jan '14Mai '14Sep '14Jan '15Mai '15Sep '15Jan '16Mai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '212014201620182020010.00020.0007.204222

Í februar minkaði talið av gistináttum hjá dønum við 39% í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum minkaði niður í helvt, meðan gistinæturnar hjá føroyingum tvífaldaðust.

Persónsgistinætur á gistingarhúsum

bústaðarland feb 2020 ??? feb 2021

 februarmunur
 20202021tal%
Tilsamans6.5417.42688514
Føroyar2.5295.2622.733108
Danmark1.9451.180-765-39
Onnur lond2.067984-1.083-52

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Tølini vísa, at føroyingar vitja meira á gistingarhúsunum. Í mun til februar í fjør gistu gott 1.800 fleiri føroyingar í februar í ár, tað er tvífalt so nógv.

Innskrivingar á gistingarhúsum

bústaðarland feb 2020 ??? feb 2021

 februarmunur
 20202021tal%
Tilsamans3.4454.16371821
Føroyar1.8303.6431.81399
Danmark815406-409-50
Onnur lond800114-686-86

Í 2020 fingu vit tvey nýggj gistingarhús, umframt at onnur vórðu útbygd. Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Hóast vøkstur er í gistináttum og innskrivingum, so er nýtslustigið væl lægri í februar í ár við einans 23,5% í mun til 35,1% í februar í fjør

Kelda: Hagstova FøroyaprosentGistingar á gistingarhúsum, nýtslustig fyri kømurJan '13Mai '13Sep '13Jan '14Mai '14Sep '14Jan '15Mai '15Sep '15Jan '16Mai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '212014201620182020050100

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder