?? fegnast í dag um, at meir enn 1370 lesandi hava skrásett seg og fáa seinni í mánaðinum ókeypis lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
- Freistin at skráseta seg var fríggjadagin 6. September, og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið ómetaliga væl. 1370 av teimum 4000, ið nema sær útbúgving í Føroyum hava skrásett seg, og tað er næstan 35% av teimum lesandi, sigur Hanus Samró, partaeigari av ??.
?? hevur gjørt avtalu við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar, har lesandi fáa avsláttur við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.
- Tað skal sigast, at tað er framvegis møguligt at skráseta seg, men tá skulu lesandi hava í huga, at lestrarkorti ikki kemur fyrr enn síðst í november. ??ll hini, sum hava skrásett seg fáa lestrarkorti um tvær til tríggjar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald