Vinna

1.314 nýggir persónbilar seldir higartil í ár

...

2013-12-02 20:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sambært nýggjastu tølunum frá Akstovuni so gongur væl at selja bilar í Føroyum, higartil í ár eru skrásettir 1.314 nýggir persónbilar, móti 1.043 sama tíðarskeið í 2012, tað eru 271 meira í ár enn í fjør, økingin svarar til 25,98%.

Um hugt verður eftir øllum akførum, so eru higartil í ár skrásett 1.740 nýggj akfør, móti 1.430 sama tíðarskeið í 2012, tað er ein øking uppá 310 akfør, sum svarar til 21,68%

Sí tølini frá Akstovuni á myndini niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder