120 ÁRA F??ÐINGARDAGUR
Í NÝGGJA ELIM
Loftmiðlapionerar!
Fríggjadagin 22. novembur feiraðu hjúnini Randi og Petur Jacobsen úr Søldafirði 120 ára føðingardag. Randi rundaði tey 60 henda dagin, meðan Petur varð 60 tann 10. Juli. Tey valdu at feira dagin í felag ??? 2 x 60 ár = 120 ár; sig so tað!!!
Dagurin varð hildin í kjallaranum í nýggja Elim í Søldafirði, sum kortini ikki er tikin í brúk enn. Har var væl av fólki komi at heilsa upp á føðingardagsbørnini, sum høvdu borðreitt við nógvum góðum.
Talur
Har varð eisini borðreitt við góðum sangi og talum. Eyðun Jacobsen, ein av gomlu tónleikafeløgunum hjá Peturi, hevði hugleiðing um, tá teir báðir og aðrir, seinast í sjeytiárunum, ferðaðust millum oyggjarnar við sangbólki, sum fekk tað at rykkja í brýdnar hjá mongum. Eyðun segði, at Petur, saman við ørðum, slóðaði fyri nýggjum leiðum innan kristnan tónleik í Føroyum.
Tað var ein sonn fragd at hoyra pápa Petur, Dávur Jacobsen, sum nú er ein aldrandi harri, tosa um sonin og svigardóttrina. Dávur dugdi væl at geva gestunum eina góða mynd av soninum bæði sum barn, ungur drongur, og tá hann, bert 16 ára gamal, varð forlovaður við Randi, sum gjørdist eitt satt aktiv hjá Peturi, seði pápin - tað hoyrdist, at Dávur hevði fyrireika seg væl og hevði glett seg sum eitt barn til hesa løtuna!
Petur sjálvur endaði kvøldið við eini talu, har hann gav konu síni, Randi, sum hann møtti í blaðungum árum, eina ófølnandi bukket, við væl valdum og vøkrum orðum.
Undangongufólk
Randi og Petur hava verið undangongufólk innan loftmiðlahøpi í mong ár. Tá loftmiðlamonopolið varð avtikið í nítiárunum, tá tóku tey avbjóðingina upp og fóru at senda radio í 1999, sum fekk navnið Rás 2 - sjalvsagt tí, at monopolvarpið, ??tvarp Føroya, var tann fyrsta rásin, og einasta útvarpsrásin í fleiri ára tíggir.
Hóast Rás 2 ikki var ein kristilig støð, men ein vanlig privat útvarpsstøð, sum sendi tíðindir, tónleik, o.a. so var tað eitt, sum eyðkendi støðina frá byrjan av, og tað var tað pláss, sum tað kristiliga tilfarið fekk longu frá byrjanini av.
Dóttur teirra, Anja Hansen, setti sær fyri at lesa reglufast ígjøgnum alla bíbliuna á Rás 2. Hetta gjørdi hon, við at lesa ein bíbliutekst hvønn morgun sum tað fyrsta á skránni. Hesin dagligi og reglufasti bíbliulesturin á Rás 2 vóru tað mong, sum føldu at vera ein kærkomin hjálp í samband við teirra dagliga bíbliulestur.
EVR
Eisini gjørdi Petur fleiri avtalur viðvíkjandi kristiligum sendingum, m.a. við Evangelisku Røddina (EVR). Við hesi avtaluni fekk EVR nýggjar møguleikar at náa føroyafólk við evangeliska boðskapinum bæði í talu og sangi - Ikki færri enn 6 tímar um vikuna, pluss endursendingar. Í dag, 12 ár seinni, sendur Evangeliska Røddin framvegis á Rás 2, sum Miðlahúsið eigur í dag. Sum nevndarlimur í EVR skal undirritaði veita Peturi eina stóra tøkk fyri tað vælvild hann vísti við hesi avtalu!
Sjónvarp
Í 2007 ynsktu Petur og Randi at selja Rás 2. Tað var Miðlahúsið í Vágsbotni, sum keypti støðina, og har er hon enn; men longu árið eftir, 30. oktober í 2008, vóru Randi og Petur, saman við familjuni, á skýggjanum við nýggjari loftmiðlastøð, sum nú var ein sjónvarpsstøð, sum fekk heiðurliga navnið IKTUS ??? eisini her vóru tey sannir loftmiðlapionerar! - Hetta er fyrsta, og higartil einasta kristiliga sjónvarpsstøð í landinum.
Undirritaði hevur havt regluliga gongd í upptøkuhølunum inni í Søldafirði, og tað er merkisvert at síggja hvussu væl Jacobsen-familjan hevur tikið lógvatak saman um sjónvarpsstøðina IKTUS, sum elsta barnið hjá Randi og Petur, Anja Hansen, er ábyrgdari av.
Til lukku við føðingardøgunum, og má Harrin geva tykkum nógv góð og rík IKTUS-ár!!!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald