JN

110 milliónir meira í lønum

...

2014-01-15 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vøksturin í lønum er í tænastuvinnunum - almennu og privatu
Í 2013 vórðu útgoldnar 7.194 milliónir kr. í lønum, og var hetta 110 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin er 1,6%, og svarar tað til vanliga vøksturin seinastu árini. Síðan 2008 hevur vøksturin verið millum 1 og 1,5% við undantaki av 2009, tá lønirnar minkaðu, og í 2012 tá vøksturin var 3,4%.

Bæði í fiski- og alivinnuni og í byggivinnuni vóru lønirnar tær somu í 2013 sum í 2012. Hinvegin gingu tænastuvinnurnar fram, har vøksturin í almennum tænastum var 2,3% og í privatu tænastuvinnunum 1,8%.


Alivinnan stóran vøkstur
Misjavnt er, hvussu gongdin hevur verið í teimum ymsu vinnugreinunum í høvuðsbólkunum.

Vøksturin í alivinnuni heldur fram,  og 2013 var onki undantak. Lønirnar í 2013 vóru til samans 246 milliónir kr, og tað eru 24 fleiri enn í 2012. Vøksturin upp á 10,9% er enntá nakað minni enn undanfarin ár. Síðan 2005 eru lønirnar í alivinnuni trýfaldaðar. Alivinnan er høvuðsorsøkin til, at lønirnar í høvuðsbólki 1 hildu stand.
Fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, høvdu afturgongd. Hýrurnar í 2013 vóru 765 milliónir, og tað er 7 milliónir minni enn í 2012, afturgongdin var 1%. Størsta afturgongdin var tó í fiskavøruídnaðinum, har lønirnar vóru 285 milliónir, 19 færri enn í 2012, og afturgongdin var 6,2%.
Vinnugreinarnar sjóflutningur og flutningur annars - tað er flutningur á landi, í luftini og virksemi annars í samband við flutning - høvdu eisini stóra framgongd í 2013. Sjóflutningur vaks 6,9% meðan flutningur annars vaks 7,8%. Tilsamans vóru lønargjaldingarnar í hesum báðum tænastum yvir 600 milliónir.

Ein afturgongd var innan post/fjarskifti og fígging/trygging. Í hesum báðum vinnugreinunum var afturgongdin yvir 4%.
Hetta sæst aftur í høvuðsbólki 3.

Størsta vinnugreinin, almenn fyrisiting, kommunur v.m., rindaði 1.057 milliónir út í 2013, tað vóru 57 fleiri enn í 2012, og svarar tað til ein vøkstur uppá 5,7%. Hetta sæst í høvuðsbólki 4.


Mennirnir fáa størra partin, kvinnurnar fáa framgongdina
Tað er eitt sindur ymiskt frá ári til árs, hvussu gongdin er hjá kynunum báðum. Í 2011 fór øll framgongdin til mennirnar, árið eftir var tað javnt býtt, og í fjør fingu kvinnurnar størsta partin av framgongdini. Kvinnurnar áttu 74 milliónir krónur av teimum 110 milliónunum, sum vøksturin var, og mennirnir fingu írestandi 37 milliónirnar. Framvegis eru tað tó mennirnir, sum vinna 60% av lønunum og kvinnurnar 40%.


Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu. Lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur.
Hjá monnum var besta árið til lønir í 2007, tá teirra partur var góðar 4,4 milliardir. Síðani er lønarparturin hjá monnum minkaður og seks ár seinni, í 2013, vóru lønirnar hjá monnunum framvegis lægri enn í 2007. Hjá kvinnunum hevur gongdin verið meira støðug. Tí kann staðfestast, at allur vøksturin í lønargjaldinum síðan 2007 er farin til kvinnurnar.

Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata, tað sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her.


Kvinnurnar eru í tænastuvinnunum
Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunun o.l. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn vinna sína løn.
Vert er at leggja merki til, at talvan niðanfyri vísir lønargjaldingar í krónum og talvan sigur einki um, hvussu nógv arbeiða í teimum ymsu vinnugreinunum.


Langtíðargongdin: tænastuvinnur vaksa frá framleiðsluvinnum 
Gongdin seinastu 11 árini vísir ein greiðan tendens: nevnliga, at ein støðugt vaksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kemur frá tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi. Fyri tíggju árum síðani vóru tænastuvinnunar 60% av lønunum, men seinnu árini er hetta vaksið til 70%.
Hóast talan er um eitt stutt tíðarskeið, vísir hetta ta regluligu, søguligu gongdina, har primerar og sekunderar vinnur (ráevnis- og framleiðsluvinnur) minka, meðan tertieru vinnurnar (tænastu- og vitanarvinnur) vaksa.


 

Fleiri og nágreiniligari tøl eru at síggja í hagtalsgrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder