JN

1085 hval hava lagt beinini higartil í ár

...

2013-08-14 16:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðstu 24 dagarnar hava 1085 hval lagt beinini í Føroyum. Talan er um 6 dráp, sum eru deild uppá 6 ymiskar oyggjar. Talan er um 5 grindir, sum eru dripnar og ein bólk av springarum. Talan er um 655 grindahval, sum hava lagt beinini. Av springarum eru 430 hval dripnir.

Grindirnar eru deyðar í Viðvík, tann grindin taldi 125 hval og var 913 skinn ella 7.3 skinn í meðal. Síðani doyði ein grind í Fuglafirði, grindin taldi 267 hval og var 1891 skinn tað gevur í meðal 7 skinn. Triða grindin, sum doyði var dripin í Sandavági, tá løgdu 107 hval beinini grindin var máld til 794 skinn og er tað 7.4 skinn í meðal. So var ein lítil grind hildin til í Leynum 21 hval løgdu beinini 137 skinn og tað er í meðal 6.5 skinn. Í Húsavík doyði ein grind í gjár, har vóru 135 hval tað vóru máld 1103 skinn og er tað 8.1 skinn fyri hvønn hval í meðal.

Eisini løgdu 430 springarar beinini í gjár. Teir løgdu beinini í Hvalba. 

Vit hava tølini frá www.heimabeiti.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder