1. sálmur í sálmabók Guds
Elskaði lesari, ætlanin við hesi blaðgrein er ikki, at læra teg syngja fyrsta sálm í sálmabók Guds. Og ei heldur er ætlanin, at skriva nýtt lag til sálmin. Men Gud er rithøvundurin aftanfyri sálmarnar í Síni sálmabók. Gud ynskti, at júst hesin sálmurin skuldi verða startskotið í Síni sálmabók. Hesin sálmurin hevur eins og hinir sálmarnir, verið mongum menniskjum til uppbygging, áminning og troyst. Teimum, sum upp ígjøgnum øldirnar, hava sett sítt persónliga álit á Ísraels Gud og Sonin, Jesus Kristus. Tískil, er tað mítt inniliga ynski, at júst hesin sálmurin, skal verða tær til signing. Tú, sum hevur sett títt persónliga álit á okkara Harra og Frelsara, Jesus Kristus. Harnæst biði eg Harran um, at hesin boðskapurin, skal verða tær til andaliga veking og frelsu. Tú, sum ikki frammanundan eigur Jesus Kristus í hjartanum.
Tað verður ikki vikið frá, at sálmurin má deilast upp í tveir partar. Fyrsti partur viðgerð ørindini 1 ??? 3, um hitt gudiliga menniskja. Annar partur viðgerð ørindini 4 ??? 6, um hitt ógudiliga menniskja. Munurin á pørtunum her á jørð, er sum nátt og dagur. Og eftir likamliga deyðan, er munurin á pørtunum fullkomin. Tað vil siga, munurin á ævigu fjarstøðuni ímillum sæla Himmalin og ræðuliga Helviti. Lat okkum byrja og hyggja uppá 1. ørindi:
???Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,???
Góði, eg sigi tær, at fullkomna ráð Guds er smíða í Himlinum og hevur ongan íblástur úr heiminum. Smartir lærarar í okkara samtíð læra menniskju, at hugsa positivt. Men her síggja vit svart uppá hvítt, at Gud leggur dentin á hitt negativa fyrst. Røtt raðfesting í læru Guds virkar fyribyrgjandi ímóti synd. ??rindið lýsir sera væl hin sæla ella vælsignaða mannin, sum er eyðkendur í sínum atburði. ??rindið inniber eisini, at Gud slett ikki hevur tokka til øll ráð, vegir og støð. Tað vil siga, at sælur er maður, sum ikki fylgir ógudiligum ráðum. Sælur er maður, sum ikki stendur í syndigum gerningum. Sælur er maður, sum ikki vitjar ógudilig støð og setur seg ímillum teirra, sum spotta og háða Harran, Jesus Kristus.
Tað er einki ivamál, at sálmabók Guds ikki byrjar við positivum hugsanum, ið eru smíðaðar við egnari megi. Á ein heilt serligan hátt, lærir orð Guds máttin í negativari hugsan. Hin sæli maðurin hevur broytt lívsstíl og ber seg ikki at sum heimurin. Og soleiðis heldur hann sær eisini burtur frá spilluni í heiminum. Hetta er ein fyritreyt, so vit kunnu royna, hvat vilji Guds er ??? hitt góða, dámliga og fullkomna. Tí, tað er ómøguligt at verða sælur, at vera verandi í sínum lívs blóma ??? uttanfyri fyritreytir Guds.
Gud gleðist saman við okkum, tá vit tráa eftir, at granska, skilja, trúgva, elska og praktisera Hansara hátignarliga og uppbyggjandi orð. Lat okkum byrja og greina sundur 1. ørindi í sálminum og gera eina roynd, at skilja orð hins livandi Guds betur enn áður. 1. ørindi verður deilt í tríggjar partar við tveimum framhaldandi dømum fyri hvønn partin. Tað at trúgva, elska og praktisera orð Guds, lati eg heilt upp til tín. Vit byrja av nýggjum:
???Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu...???
Dømi um skiparan: Eitt reiðarí hevur sett nýggjan skipara í starv. Tá skipið kemur á fiskileið, fær skiparin fyrstani boð frá reiðarínum, at brúka ólógliga fiskireiðskapin hvørja ferð, um fiskiveiðueftirlitið ikki er í nánd. Eisini fær nýggi skiparin boð um hetta, at vanligt hevur verið, at fiska innanfyri íslendska markið, um so er, at nógvur fiskur er í íslendskum sjógvi. Góði, um skiparin er ein sælur maður, tá ávarar Gud skiparan í hjartanum ??? frammanundan einum møguligum falli. Og áðrenn hann møguliga letur seg lokka, inn í gudleysa ráðgeving. Men, tað er fult møguligt, at meinsla og enntá selja sæluna og blíva tjóvur og soleiðis halda hin óskrivaða sáttmálan við hin gudleysa.
Dømi um kvinnuna: Ein kvinna fylgir væl við í øllum fjølmiðlum í gongdini um fosturtøku og homoseksualitet. Hon hoyrir við jøvnum millumbili røddina á teimum, sum eru fyri hesum ??? teirra fatan, upplýsing og ráðgeving. Tey smæðast ikki longur og rópa hart á okkara myndugleikar og krevja sín rætt. Stuðlarnir fyri fríari fosturtøku ynskja veruliga ferð á fríu fosturtøkuna, so at málið verður samtykt við lóg ??? skjótast gjørligt. Kvinnan hugsar við sær sjálvari, at bøn saman við rættvísa orði Guds, er uttan iva einasti vegurin á mál, um vit skulu sleppa undan, at máttloysi fær vald á løgtings- og landsstýrisfólki okkara í hesum álvars málið.
Eisini hoyrast tey, ið krevja almenna viðurkenning og øktar heimildir við lóg innan homoseksualitet. Kvinnan merkir týðuliga, at bæði fjølmiðlar, lesnaður, kjak, vinir og kenningar treingja seg uppá. Samstundis veit hon fullvæl, hvat orð Guds sigur um gudleysa ráðgeving. Eri eg veruliga ein sæl kvinna ??? hugsar hon við sær sjálvari. Eitt veit eg, at eitt fráfall frá orði Guds av hesum slag, byrjar í sinni mínum. Og tað kann viðføra neyðtøku av Gud givnu sæluni í lívið mínum. Eg havi einki annað frælsi, enn at velja ímillum vilja Guds ella vilja heimsins ??? hugsar kvinnan.
2. viðgerð. Vit leggja dentin á 2. part í 1. ørindinum og vit byggja út dømini um ávikavist skiparan og kvinnuna.
???Sælur er maður, ið ikki ... stendur á vegi syndara...???
Dømi um skiparan ??? framhald: Skiparin hevur eina kenslu av, at verða komin í eina knípu. Í sínum stilla sinni veit skiparin hetta, at beinanvegin hann traðkar í ráði hinna gudleysu, er stutt til næsta stig ??? at standa á vegi syndara. Og tá er verulig ferð komin á syndigu tilgongdina. Skiparin hugsar seg um eina løtu. Hann minnist bíbliusøguna, um falnar menn, sum í sinni teirra tóku ímóti syndigum ráðum. Og tað sum verri varð, tí nakrir teirra fylgdu hesum ráðum og endaðu standandi á syndanna vegi. Fleiri fórust í villleiðandi streyminum og summir teirra róku, sum upp turkaðar keldur í oyðimørkini ??? alla sína lívstíð. Ná, hugsar skiparin, hetta er ein keðilig støða at verða komin í. Tí, bæði stýrimaðurin og meginparturin av manningini sýnast, at hava livað undir hesum trælakorum í longri tíð. ??trúligt, at eg skal verða útsettur fyri slíkum órætti, hugsaði hann. Hmm, kanska nakað egoistiskt av mær, at hugsa so. Nei, antin verði eg standandi, sum ein rættur kristin ella gevi eg ráði hinna gudleysu rúm í mítt hjarta og komi soleiðis, at standa á vegi syndara. Hvussu tá við sæluni? Er tað møguligt, at verða sælur og tjóvur samstundis? Er tjóvur sælur í Gudi? Áh nei!
Dømi um kvinnuna ??? framhald: Kvinnan verður meir og meir útsett fyri eini persónligari støðutakan. Ein støðutakan hon kanska longu hevur tikið í sínum hjarta. Men hon torir ikki, at standa við støðutakanina enn. Nú eru hesi mál, um fría fosturtøku og homoseksualitet so nógv umrødd, at bæði familja, bindiklubbi, starvsfelagar, vinkonur og Facebook ???vinir??? javnan samskifta um hesi evnir. Harumframt merkir kvinnan, at nøkur av hennara nærmastu fregnast eftir hennara persónligu meining í kjakinum. Hesi eru vitandi um, at kvinnan javnan kemur í kristna samkomu. Men, hon hevur ikki givið seg til kennar enn, í hesum álvarsomu málum. Kvinnan hugsar við sær sjálvari: Tað er jú einki gali í tí, at verða blíður og hjálpsamur mótvegis hesi verð. Eg eri altíð blíð og leggi dagliga fólk í bøn, ið gera uppreistur ímóti orði Guds. Jesus varð fittur ímóti gudloysingum. Men motiv Jesusar varð, at leiða tey til Gud og eitt heilagt lív. Um eg við fríum vilja gangi inn í ráði hinna gudleysu, tá er so skjótt, at eg opinlýst standi á vegi syndara. Eg føli nakkahárini reisast við tankan um, at luttaka í syndafullum gerningum. Slíkt førir altíð til undirgangs. Í verandi løtu eri eg ein sæl kvinna, haldi eg. Hvussu skal eg koma best burturúr hesum og varðveita sæluna og góða samvitsku yvir fyri Gudi?
3. viðgerð. Vit leggja dentin á 3. part í 1. ørindinum og byggja víðari á dømini um skiparan og kvinnuna.
???Sælur er maður, ið ikki ... situr, har spottarar sita,???
Dømi um skiparan ??? framhald: Skiparin verður tvingaður til, at taka eina støðu. Hann hevur sostatt tveir møguleikar, at velja ímillum. Í samkomuhúsið Guds hevur skiparin lært um tey 3 afturstigini, ið vit skulu varða okkum fyri. (1) At ógudilig fólk bjóða fram síni ráð, (2) at syndarin sýnir fram sín veg, at standa á (3) og spottarin smæðist ikki, at bjóða børnum Guds til borðs, at sita millum aðrar Guds spottarar. Soleiðis minnist skiparin hin gamla prædikumannin í samkomuni, sum áhaldandi ávaraði um ferðina til himmals í trý-trins-rakettini, ið altíð dettur niður í díki. Skiparin hevur lært, at verða lýðin boðskapinum í Sálm. 1.1. Hann veit um tiltakandi óndskapin, ið áhaldandi versnar við gudloysingum, syndarum og spottarum. Og um lykilsorðini, sum hesi 3 afturstig hava við sær (a) at ganga, (b) at standa og til seinast (c) at sita í díkinum. Tískil velur skiparin, at verða Gudi lýðin og avtalar við stýrimannin hetta, ongantíð at stjala fisk frá íslendingum. Og ikki fiska við ólógligari útgerð hendan túrin. Skiparin legði afturat, at hann tekur alla ábyrgdina á seg og ætlar at tosa reiðaran til sættis, tá skipið kemur aftur í havn. Tá minti Gud skiparan á hetta, at heilagleiki er meira týdningarmikil enn skitin arbeiðsloyalitetur. Og skiparin lat seg fylla av Heilaga Anda Guds. Ongantíð hevði hann følt seg meira sælan og frælsan áður.
Dømi um kvinnuna ??? framhald: Nei, aldri hugsaði kvinnan! Nú er tíðin búgvin til at koma til mín sjálvs. Í alla mína starvstíð, lestrartíð á Københavns Universitet og partvís á studentaskúlanum havi eg sitið í floksrúmi undir læru frá gudsnoktarum og øðrum humanistum. Og summir teirra skræða sundur barnatrúnna hjá ólærdum næmingum ??? uttan at himprast. Hetta ???fólkaslagið??? trívist væl allastaðni í samfelagnum og smæðist ikki burtur í samkomuhúsinum heldur. Nei, ikki sleppur nakar systematiskt, at niðurbróta og oyða trúnna og mítt álit á Jesus. Eg havi nóg leingi sitið passiv og hoyrt fólk siga, (1) at Bíblian ikki er orð Guds. (2) At Bíblian er full av feilum. (3) At Bíblian bert er ein mýta. (3) At pápi mín hevur prædikað í 50 ár til onga nyttu. (4) At Jesus ikki var annað enn eitt blomstur í evolutiónini. Og soleiðis havi eg útsett meg sjálva, at blíva Marxist í mínum hugsanarhátti, ístaðin tænara Krists í øllum lutum. Hesin Kristus, sum elskaði pápi mín tænti alt sítt lív ??? líka til hann fór heim til Harran.
Kvinnan leitar sær hjálp og styrki hjá Kristusi. Á Jesus fyrigev mær, segði kvinnan! Eg sum veit alt og álíkavæl, meira og minni, havi eg sitið passiv á límpinninum í mong ár. Nú er tíðin komin, at siga míni kæru familju og vinkonum allar sannleikarnar í orði Guds. Hvussu út av lagi og syndarlig støðan er viðvíkjandi fríari fosturtøku. Ein ógerð, ið elvir til ófatiliga djúp spor í hjarta Guds. Tá vaksin og væl lærd menniskju grípa inn í barnahjarta og forða teimum smáu hjørtunum, at sláa síni frælsu hjartasløg og liva ella doyggja eftir vilja Harrans. At bróta inn í elskuliga, lítla og fitta barnahjarta og steðga gudgivna lívinum við neyðtøku. Góði Gud, opinbera menniskjum her á landi tínir ævigu sannleikar. At hópdráp av smábørnum má steðgast. At frí fosturtøka ongantíð skal verða samtykt við lóg. At vit sum serstøk tjóð fyribyrgja slíkum brotsgerðum. Harri, sannfør okkara myndugleikar og allar føroyingar um hesi óhugnaligu og barbarisku viðurskifti. Hjálp okkum at taka røttu avgerðirnar. Og signað soleiðis okkara tjóð av nýggjum.
Kvinnan heldur áfram at biðja. Áh Harri, upprættað sannan gudsótta í mær. Eg síggi hvønn enda homoseksuella tilgongdin fær. Stokk blind menniskju, sum ongan kærleika hava til tín Faðir, ætla her á landi, at endurreisa dagar Lots aftur. Hetta eru verulig tekin um kærleiksloysi til tín, Faðir. Um tey eru tilvitað ella ei, so útseta tey við sínum ætlanum, bæði Føroya Løgting og Føroya Landsstýrið, skúlar, barnagarðar og enntá samkomuhús títt Harri, at ganga í ráði hinna gudleysu, at standa á vegi syndara og at enda sita, har spottarar sita. Harri, hjálp mær og føroyingum, at ganga leiðir tínar. Og kvinnan fyltist við Heilaga Anda Guds og var sæl.
1. og 2. ørindi í sálminum eru samanhangandi. Eg viðmæli, at tú lesur bæði ørindini, áðrenn vit halda áfram. 2. ørindi sigur soleiðis:
???men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!???
Elskaði, hvør er tað sum gleðist í og grundar á lóg Harrans. Jú, tað er hin sæli maðurin! Hin sæli maðurin veit, at orð Guds er sannleiki og er blivið honum sera kært. Hin sæli maðurin hevur bert ein ráðgevara í lívi sínum og fylgir ikki gudleysum ráðum. Hann søkir ein heilt annan felagsskap í mun til hin syndiga mannin. Og hin sæli maðurin hevur eitt heilt annað mál í lívinum í mun til spottaran. 2. ørindi er sera klárt, týðiligt og læruríkt. Vit síggja, at hin sæli maðurin við vissu hevur funnið sín fyrsta kærleika t.e. orð hins livandi Guds. Halleluja!
Vit lesa, at hin sæli maðurin grundar á lóg Guds bæði dag og nátt. Hetta sigur okkum so mikið, at hin sæli maðurin hvørki hevur hug ella tíð, at skeita í háðandi og spottandi tekstir. Tíverri grunda (meditera) nógv menniskju á villleiðandi lærur. Góði, ansa eftir tær, at tú ikki fellur í rangvørga filosofi, ið lærir teg, at fría títt sinn frá tínum gudgivna viti og skili. Villleiðandi íblástur, ið forðar tær, at hugsa teg um, soleiðis at títt sinn verður innstilla til, at taka ímóti ávirkanum aðrastaðni frá. Næsta stigi er sera vandamikið. Andaliga søkjandi menniskju, ið ikki søkja Gud, útseta seg sjálvi, at blíva trælir undir sterku ávirkan djevulsins. Og síðsta stigi í tilgongdini verður herseting av illum andum.
At grunda á lóg Harrans er ein tilvitað gerð. Hin sæli maðurin søkir og grípur um sannleikar Guds. Hann opnar Bíbliuna og kemur á tann hátt í nærveru Guds. Hetta er kanska hin lagaliga løtan hjá tær. Sálm. 1.2 eggjar okkum til at søkja, lesa, grunda á, skilja og ogna okkum týðandi sannleikar úr orði Guds. Soleiðis lærir hin sæli maðurin á ein undurfullan hátt, at samskifta við Pápa sín í himlinum ??? dag og nátt.
3. ørindi lærir okkum um andaliga ríkidømi hjá hinum sæla manninum. Vit lesa at:
???Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.???
Góði elskaði lesari! Orð Guds (Bíblian) er ein ótømandi kelda. Og tó bert ein forsmakkur uppá himmalin. Vit lesa, at vilji Guds er, at hin sæli maðurin er væl staddur. Í vanligari myndatalu lærir Bíblian hetta, at ???reinsandi vatn??? ímyndar orð Guds. At drekka vatn ímyndar ???Guds Anda.??? Við øðrum orðum, lærir Gud í sálma sínum hin sæla mannin fylgjandi: ???Tá tú grundar á orð Mítt, letur tað upp fyri streymum av Heilagum Anda, sum endurnýggjar og kveikir nýtt lív í teg. Sálmurin boðar frá sjey eginleikum, sum seta dám á hin sæla mannin.
1. Eyðkenni: Hann er sum eitt ???træ.??? 2. Støðufesti: Hann er sum eitt ???planta??? træ. Hann er ikki sum gras, ið annaðhvørt verður heysta til djóraføði ella følnar á markini. Tvørturímóti, eitt gott træ fær djúpar røtur í jørðini og í djúpastu meining eitt djúpt lív. 3. Positión: Hann er plantaður við ???vatnsløkir.??? Turkur hevur ólukku við sær fyri mong menniskju. Turkur hevur onga ávirkan á hin sæla mannin. Keldan sum føðir hetta træið verður ongantíð tóm. 4. Fruktagóðska: Hin sæli maðurin ???ber ávøkst.??? Fruktirnar á trænum eru Kristi ávøkstur. Og kristiligar fruktir eru altíð ein signing til øll menniskju. 5. Hentugleiki: Hann ber ávøkst sín ???á røttum tíma.??? So leingi okkara viðurskifti við Gud eru í lagi tænir alt sínum endamálið. Eina tíð planta vit. Ein tíð má setast av til vøkstur. Til fastar tíðir ber træið ávøkst. Og aðrar tíðir skulu vit hvíla. 6. ??vinleikin: Hann sum ???bløðini ikki følna á.??? Vit síggja ofta tvey sløg av trøum í okkara umhvørvi. Á tí eina følna bløðini um heysti og detta av trænum dagliga. Tá veturin er komin í hásæti er einki blað eftir á trænum. Hitt træi er eitt granntræ og er grønt alt ári. Tað er eitt sokallað ???evergreen??? træ. Og soleiðis livir hin sæli maðurin lív sítt. Árstíðir vika hann ikki. Hann følnar ikki og er frælsur allar ævir. 7. Framgongd: ?????llum, ið hann ger, hevur hann eydnu við??? Alt í hansara lívið hevur andaliga framgongd. Hansara familja, starv, samkoma og hansara persónliga lív. Soleiðis gongst tað einum gudiligum manni ??? hinum sæla manninum.
At enda eru vit komin til 2. part í sálminum. ??rindini 4 ??? 6 viðgera hitt ógudiliga menniskja. Eg skal gera stutt av, tí bráður er endin hjá hinum gudleysa manninum. Vit lesa at:
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum. Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra. Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Hetta eru tey, sum við fríum vilja vraka Gud. ??rindini samanlíkna hin gudleysa mannin við dumbuna. Hetta fyribrigdi kenna føroyingar flest,tá ið tað dumbar (rýkur) úr hoynum um summari. Orð Guds lærir, at gudleys menniskju eru andaliga blind og hava onga andaliga stýring í lívinum. Myndarliga sæð, er gudleysur maður skipari umborð á einum skipið, ið rekur fyri vág og vind. Tá hevur skiparin einki ræði á skipinum. Og tískil hevur hann heldur ikki ræði yvir síni egnu lagnu. Hann er máttleysur umborð á eini søkkandi skútu.
Tað mest ræðuliga er hin nakni veruleikin, at gudleys menniskju ikki verða standandi í dóminum hin eina dag. Tey hava onga positión eftir dómin og ongastaðni at flýggja frá Gudi. Tí, eftir henda vanlukkudag finnast einans tvey støð. Helviti og Himmalin. Jørðin og allur alheimurin er burturbeindur. Men tey sum settu álit sítt á Jesus, meðan tey livdu, eru langsíðan fríkend. Eftir eru bert tey ógudiligu, sum verða vakt uppaftur úr deyðaríkinum. Hesi verða dømd í allar ævir í Helviti. Orsøkin til dómin er sera einføld, tey vrakaðu Jesus, meðan tey livdu á jørðini.
Tað eru einans tvær lívsleiðir. Tann eina leiðin førir menniskju út á Golgata kross har Jesus hekk. Hin leiðin er ein populerur vegur og førir mong menniskju til undirgangs og æviga fortaping. Tað er okkara skyld, um vit loyva djevlinum, at plantað føtur okkara á breiða og populera vegin. Men, øll menniskju hava ein gyltan møguleika, at koma undir náði Guds við trúgv á hansara elskaða Son, Jesus. At bera angur um syndirnar og soleiðis fáa syndanna fyrigeving. At verða fríkend og soleiðis koma burturúr degi vreiðinnar, tá ið rættvísi dómur Guds verður opinberaður. Annaðhvørt velja ella vraka menniskju Jesus Kristus og hansara dýrt keyptu og dýrabaru frelsu. Amen!
Blíðastu heilsanir
Ragnar Ludvig
ragnarludvig.blogspot.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald