2014-08-24 04:32
07 Vestur vendu dystinum fyrstu minuttirnar í 2. hálvleiki, eftir at hava verið aftanfyri til hálvleiks. Málini komu sum úrslit av einum øgiligum trýsti, sum byrjaði beint sum dómarin bríkslaði í gongd. Mál okkara fingu Sjúrður Ellefsen og Gunleif Olsen.
Tað skuldi ikki vera nøkur løtt uppgáva í Gøtu í dag. Í fyrra hálvleiki vóru liðini nokkso jøvn, hóast vit kanska høvdu bóltin mest. Víkingur høvdu tó størsta møguleikan, men Petur Meinhard bjargaði bæði upprunaligu royndini og aftur uppá returin. Skrivar 07vestur.fo, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald