2016-07-02 14:06

07Vestur skrivar:
07 Vestur taptu anna dystin í ár, móti HB í Gundadali, hóast bæði at hava verið á odda 1-0 og 2-1. Bæði liðini skaptu nóg mikið av møguleikum at avgerða dystin, men tað gjørdist altso til heimaliðið tað koppaði.
Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic (Silas, 67.); Jóannis á Steig, Sigtór A. Petersen, Gunleif Magnusarson, Torstein Mýlingstind; Petur G. Dalbø, Martin Tausen; Tóki á Lofti, Jákup Sveinbjørn Olsen (Emil, 82.), Solomon Kwao (Høgni, 46.); Holgar Durhuus.
Eyka: Silas Eyðsteinsson, Emil Mikkelsen, Høgni E. Nielsen, Dann Fróðason, Niels Mouritsen.
Vit vóru betri frá byrjan í dag, og intensitetur og neyvleiki var nógv betri, enn seinastu dystirnar. Tað gav eisini úrslit tá umleið eitt korter var farið. Vit vunnu innkast langt uppi í vinstru síðu. Holgar kastaði langt inn í brotsteigin, har Martin longdi, og við handaru stong, kundi Tóki seta bóltin í tóma netið til 1-0 til okkum.
Tað gekk ikki long tíð eftir málið, so byrjaðu vit at sløsa við avleveringum og markeringum. SKjótu áloypararnir hjá HB gjørdu lívið trupult fyri okkum, og brádliga vóru boð eftir Ivan, sum diskaði upp við frálíkari dupultbjarging.
Tá hálvur var farin, vóru vit ikki so hepnir. HB spældu yvir í høgru síðu, haðani teir løgdu bóltin inn fyri. Við handaru stong fingu teir bóltin niður og trektu so inn yvir og so hamraði hann bóltin flott upp í handara horn, uttan møguleika hjá Ivan. 1-1.
Fram til hálvleiks bylgjaði spælið aftur og fram. Vit høvdu bóltin mest, men HB vóru vandamiklir uppá kontra.
Í hálvleikinum gjørdu vit eina útskifting. Høgni kom inn fyri Solomon, og tað má sigast verða rættiliga væl ætlað, av Hegg og Jens Erik. Bert tríggjar minuttir inn í 2. hálvleik, vunnu vit bóltin á miðjuni. Petur spældi niðan í vinstru til Tóka, sum trektin inn móti miðjuni, hetta gjørdi at Jóannis fekk rúm í vinstru. Tóki legði honum bóltin og hann rak inn og skeyt. Málverjin hálvbjargaði, men bólturin stakk út til Høgna, sum einfalt plasseraði hann í netið til 2-1 til okkum.
Vit vóru eisini betri hesa fyrstu løtuna, men spakuliga dalaði tempo og neyvleiki, og HB komu við í spælið. Miðskeiðis í 2. hálvleiki vóru vit eisini so óhepnir, at Torstein og Ivan rendu saman, tá teir taklaðu ein HB-ara, sum kom ígjøgnum til stóran møguleika. HB fingu bert horna, men Ivan mátti skiftast út vegna skaða.
Silas kom í hansara stað, og fekk ringast hugsandi byrjanina. HB skutu horna, men eingin søkti bóltin og so fór hann beinleiðis í netið til 2-2.
Vit royndu at vit vóru mentir at fáa vinnandi málið. Fleiri ferðir var nær við, bæði uppá langskot, sum málverji teirra hevði ilt við at halda og uppá bæði innlegg og driblingar inn í brotsteigin. Men inn vildi hann ikki.
Og í síðsta minutti, mistu vit so alt, tá ein av teirra snýtti alla verjuna, og setti bóltin í netið til 3-2.
Hetta var ringast hugsandi máti at enda áðrenn summarsteðgin. Vit mugu tó sanna, at spælið seinastu dystirnar ikki hevur verið nøktandi, hóast sigrarnir eru komnir í land.
Í verandi løtu liggja vit allíkavæl 16 stig frammanfyri FC Suðuroy, sum eru á 3. plássi, men teir hava spælt 2 dystir færri enn vit.
Summarsteðgur er so nú, og vit spæla ikki aftur fyrr enn mikdagin 27. juli, tá NSÍ koma á vitjan.
Koyrið á 07 Vestur!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald