Ítróttur

07 Vestur vann 2-0 á AB

...

2014-08-03 02:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivarTað hevur ikki gingið væl hjá okkum móti AB í ár, men í dag glapp. Við 2-0 sigrinum fingu vit 3 stig í hús, hóast spælið ikki altíð var heilt sum vit ynsktu tað. Hóast hetta vóru málini av sera høgum klassa, fyrst frá Gunleif og móti endanum frá Ásmund.


Byrjunaruppstillingin: Petur Meinhard Magnussen; Sjúrður Ellefsen, Hans Arni Ellefsen, Petur G. Dalbø, Jóannis á Steig; Gunleif Olsen (L), Sølvi Egilsson; Jákup Sveinbjørn Olsen (Ásmund, 71.), Torstein Mýlingstind, Hanus Nielsen (Hørður, 77.); Sigtór Petersen (Uni, 87.).

Eyka: Uni F. Nielsen, Ásmund Hansen, Hørður Johansen, Fríði S. Joensen, Sjúrður Olsen.

Dómarar: Dagfinn Forná; Johnleif Gerðisá, Dan Højgaard.

Ofta verður dystarfrásøgnin byrja við nøkrum orðum um umstøðurnar, og tær vóru aftur í dag av teimum allar bestu: nærum stilli, lýtt og sól fyri tað mesta.

Tað kann vera tungt at byrja aftur eftir steðg, og spæl okkara var heldur ikki sum tað kann vera. Orsøkin er nokk eisini, at AB, eins og hinar báðu fyrr dystirnar í ár, vísa seg at verða truplir at spæla ímóti. Undir leiðslu av John Norðbú Thomsen, eru teir sera ágrýtnir og kontantir, bæði við og uttan bólt.

Tað tók eina løtu at fáa gongd á, men vit høvdu allíkavæl nakrar góðar møguleikar heilt tíðliga. Tíverri eyðnaðist ikki at fáa hol á, og tíbetur heldur ikki fyri AB, sum høvdu eitt skot á stongina, og fyrri hálvleikur endaði 0-0, uttan at nakar hevði greiða yvirvág.

Vit høvdu betri stýr á tingunum frá byrjan í øðrum hálvleiki. Hetta gav eisini mál eftir 6 minuttir. Eftir høgt press vunnu vit bóltin í vinstru. Torstein fekk góða tíð at leggja út frá, har Gunleif kom stormandi av miðjuni. Skotið úr einum 20 metrum, var hart, flatt og sat so meskarnir tognaðu. 1-0.

Sum annar hálvleikur leið, fullu vit longur og longur aftur á vøllin, men tað sá út sum um vit høvdu stýr á tað - fyri tað mesta. Ein tílík leiðsla er sera nervapirrandi, so, sjálvt um AB ikki fingu spælt seg til upplagdar møguleikar, stóð nógv á viðhaldsfólkinum kring vøllin. Serliga vóru tað nógvu deyðbóltarnir, ið blivu lossaðir inni í brotsteigin, sum vit vita skjótt kunnu gerast til vandamiklar støður. Minnist tó ikki at málverji okkara, Petur Meinhard Magnussen, veruliga mátti gera nakra stóra bjarging fyri at halda okkum inni.

AB flutti nógv fólk fram og tað gav stórar møguleikar til kontra frá okkara síðu. Eitt av hesum gav eisini úrslit móti endanum. Í 88. minutti komu vit fram móti brotsteiginum, tríggir móti tveimum. Vinstru megin kom Ásmund, sum Hegga hevði sett inn stórt korter frammanundan, stormandi. Hann fekk bóltin inni í brotsteiginum, og, einsamallur við málverjanum, lobbaði hann - ísakaldur - upp um hann og í longra horni. Sera flott og dysturin var lukkaður.

Tað ganga bert fáir dagar, til vit aftur skulu í eldin. Tað verður aftur á heimavølli, mikukvøldið kl. 1900, móti HB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder