2014-05-10 14:26
Fyrsti dystur í 9. umfarið verður leiktur í Havn í dag, tá tekur B36 móti FC Suðuroy, B36 er nummar 2 við 21 stigum fyri 8 dystir og FC Suðuroy er nummar 3 við 13 stigum, men hava tó leikt ein dyst færri.
Eftir tann dystin, spæla HB og Víkingur, HB hevur bara fingið 1 stig í teimum fystu 8 dystinum, og Víkingur hava 8 stig fyri 7 dystir.
07 Vestur tekur móti KÍ á Valloyruni kl 15:00, 07 vestur eru á einum 4. plássi, tó við sama stigtali, sum FC Suðuroy. KÍ hava 5 stig.
NSÍ tekur móti AB. AB hevur 11 stig og NSÍ hevur 9.
EB/Streymur tekur móti TB sunnudagin. TB er fremst í 1. deild við 24 stigum og EB/Streymur hevur 7 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald