2014-09-27 22:34
Dysturin á Valloyruni í Sandavági millum 07Vestur, sum áðrenn dystin í dag lá nr. 2 í kappingini og KÍ, sum lá nr. 9 í kappingini í 1. deild, gjørdist at klaksvíksingar vunnu 2-1 eftir at hava verið afturút 1-0 í hálvleikinum - KÍ hevur við sigrinum í dag enn møguleikan at halda seg í deildini.
Við tapinum í dag datt 07Vestur av 2. plássi niður á 3. pláss, tí dysturin millum FC-Suðuroy og B36, sum var leiktur í Havn, endaði við 5-1 sigri til FC-Suðuroy, FC-Suðuroy hevur nú 45 stig og 07Vestur er á 44 stigum.
Sí eisini: MB leikti javnt ímóti B68 - myndir.
TB liggur langt fremst, teir høvdu áðrenn 26. umfar 63 stig.
Seinasta umfar í 1. deild verður leygardagin 4. oktober:
27 | 04-10-2014 | Víkingur II | B36 II | - |
27 | 04-10-2014 | EB/Streymur II | 07 Vestur | - |
27 | 04-10-2014 | FC Suðuroy | NSÍ II | - |
27 | 04-10-2014 | KÍ II | HB II | - |
27 | 04-10-2014 | AB II | TB |
Støðan áðrenn 26. umfar:
1. deild menn 2014
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | TB | 25 | 20 | 3 | 2 | 70-20 | 63 |
2 | 07 Vestur | 25 | 13 | 5 | 7 | 47-38 | 44 |
3 | FC Suðuroy | 25 | 12 | 6 | 7 | 46-32 | 42 |
4 | B36 II | 25 | 10 | 6 | 9 | 52-45 | 36 |
5 | AB II | 25 | 9 | 7 | 9 | 48-43 | 34 |
6 | NSÍ II | 25 | 9 | 4 | 12 | 50-48 | 31 |
7 | Víkingur II | 25 | 8 | 7 | 10 | 37-48 | 31 |
8 | HB II | 25 | 7 | 5 | 13 | 36-59 | 26 |
9 | KÍ II | 25 | 5 | 8 | 12 | 38-59 | 23 |
10 | EB/Streymur II | 25 | 4 | 5 | 16 | 30-62 | 17 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald