07vestur.fo skrivar: Í kvøld hava 07 Vestur og Sølvi Egilsson úr Sandavági gjørt sínamillum sáttmála, ið inniber, at Sølvi verður 07 Vestur-leikari tað, ið restar av hesum kappingarárinum, og kappingarárið 2015. Vit ynskja Sølva tillukku við avtaluni!
19 ára gamli Sølvi Egilsson hevur seinastu tvey árini verið á fótbóltsakademiinum hjá Silkeborg, har hann hevur spælt við U19-liðunum hjá Silkeborg. Sølvi er nú komin heimaftur, og kemur eisini at ganga triðja árið á studentaskúlanum.
Ungi miðvallarin kom longu inn á fyrstudeildar-liðið hjá 07 Vestur í august í 2011, bert 16 ára gamal, og móti endanum á kappingarárinum fekk hann sín frumdyst í EFFO-deildini.
Í 2012, tá besta lið okkara spældi í 1. deild, var Sølvi fastur á miðjuni í fyrru hálvu, áðrenn hann flutti til Danmarkar í summarsteðginum.
Vit gleðast um at Sølvi er vendur aftur og um at síggja framstigini hann hevur gjørt sum fótbóltspælari.
Enn eina ferð tillukku við avtaluni!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald