2015-01-03 23:04

07vestur.fo skrivar: Í heyst gjørdist eisini greitt, at Magni Selfoss úr Sørvági fór at venda aftur til 07 Vestur. Síðani er avtala gjørd og vit ynskja Magna vælkomnum og tillukku við sáttmálanum.
25-ára gamli sørvingurin hevur spælt við MB seinastu árini, eftir at hann í 2008 og 2010 spældi við 07 Vestur.
Magni, sum spælir bæði í verjuni ella á miðjuni, helst í vinstru síðu, spældi tó fyrstu árini í vaksnamannadeildunum við SÍ, har hann eisini fekk frumdyst sín sum bert 17 ár, í 2006.
Vit ynskja Magna eitt gott kappingarár og tillukku!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald