2015-01-03 21:20

07vestur.fo skrivar: Í dag, eftir ársins fyrst venjing, undirskrivaðu 07 Vestur og Hanus í Horni Nielsen sínamillum avtalu fyri kappingarárið. Soleiðis hevur enn ein av okkara ungu spælarum undirskrivað avtalu.
18-ára gamli, Hanus, sum er úr Sandavági, gjørdist ein av týðningarmiklu leikarunum í fjør, við 18 dystum í 1.deild, 14 í unglingadeildini, og nógvum dystum á 2. liðið.
Í 1. deild fekk ungi miðvallarin eisini fyrsta málið, í umráðandi dystinum í Vági, har hann gjørdist stóri spælarin, við málið og tveimum uppleggum.
Vit gleða okkum til framhaldið og ynskja Hanusi tillukku við sáttmálanum og blíðan byrð!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald