2015-02-09 16:00

07 Vestur var á vitjan hjá B71 leygardagin, har liðini leiktu venjingardyst, tað er nú júst ein máni til landskappingin fer í gongd.
Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur, so var dysturin ein endurtøka av spælinum á Skála, har felagsliðið hevði bóltin meginpartin av tíðini, men teir komu ikki til teir heilt stóru møguleikarnar.
Tað var B71, sum legði seg á odda við einum frísparki, eini 30-35 metrar úti frá málinum, sum Gunnar Lydersen tók. B71 fór til hálvleiks við leiðsluni 1-0.
Í seinna hálvleiki kláraði felagsliðið úr Vágum at javna við málið frá Holgar Durhuus, endaliga úrslitið gjørdis 1-1.
Liðini møtast longu aftur leygardagin, tá tey spæla venjingardyst á Valloyruni í Sandavági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald