2017-09-10 18:29
07 Vestur var í dag á vitjan í Sarpugerði har Vìkingur tók ímóti.
Longu eftir 5. min. hevði norðmaðurin Pål Fjelde lagt gestirnar heldur óvanta á odda 0-1, og tann støðan helt sær eisini fram til hálvleiks.
Tá ið 71. min. vóru leiktir av dystinum kom næsta málið tá ið 07 Vestur málverjin gjørdi sjálvmál. Og so gekk skjótt í 74. min. legði Lawal heimaliðið á odda 2-1, og Sølvi Vatnhamar staðfesti sigurin ú 77. min. tá ið hann skoraði til 3-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald