2020-10-24 18:24
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
07 Vestur var í dag á vitjan hjá Víkingi. Víkingur var oddalið í 1. deild undan dagsins dysti.
Tað var Sveinur Justinussen hjá Víkingi, sum skoraði fyrsta málið í dag, tá ið hann legði oddaliðið á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. 07 Vestur gjørdi skjótt av aftaná hálvleikin. Teitur Olsen skoraði til 1-1 eftir 49. min. Martin Tausen legði 07 Vestur á odda 1-2 eftir 53. min. Tá ið 83. min. vóru leiktir staðfesti Eiler Fróðason sigurin tá ið hann skoraði til 1-3. ??li Kristian Jacobsen hjá Víkingi fekk reytt kort í yvirtíðini, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort.
07 Vestur vann seg uppá 3. pláss við sigrinum á Víkingi, og fór Víkingur niður á 2. pláss. B68 tapti sín dyst, og datt afturum 07 Vestur á stigatalvuni.
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | NSÍ | 25 | 15 | 5 | 5 | 79 | 41 | 38 | 50 | |
2 | Víkingur | 24 | 14 | 7 | 3 | 58 | 32 | 26 | 49 | |
3 | 07 Vestur | 23 | 12 | 6 | 5 | 45 | 30 | 15 | 42 | |
4 | B68 | 24 | 12 | 4 | 8 | 48 | 31 | 17 | 40 | |
5 | HB | 23 | 10 | 3 | 10 | 46 | 60 | -14 | 33 | |
6 | B71 | 24 | 9 | 5 | 10 | 50 | 42 | 8 | 32 | |
7 | KÍ | 24 | 9 | 4 | 11 | 47 | 52 | -5 | 31 | |
8 | B36 | 24 | 8 | 4 | 12 | 36 | 50 | -14 | 28 | |
9 | AB | 23 | 5 | 4 | 14 | 32 | 50 | -18 | 19 | |
10 | FC Hoyvík | 24 | 2 | 4 | 18 | 27 | 80 | -53 | 10 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald