Vinna

Hydrografitúrarnir av í ár

...

2014-09-04 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsmorgunin í hesi vikuni kom Magnus Heinason aftur av fjórða og seinasta hydrografitúri í ár. Á túrinum vórðu hita- og saltmátingar gjørdar eftir seks standardskurðum, og á serligum støðum vórðu prøvar tiknir til at kanna plantuæti, tøðevni og havsúrgan. Eisini varð ein streymmátari lagdur út í Bankarennuna ??? hesin varð upprunaliga lagdur út í juni, men flotnaði av sær sjálvum eftir einans 14 døgum.

Streymmátarin hevur satelittsendara á sær, og tí bar væl til hjá Magnusi Heinasyni at finna mátaran og taka hann upp. Og nú var so klárt at leggja hann útaftur. Eftir ætlan skulu allir streymmátararnir takast uppaftur í mai komandi ár.

Aftur á hesum túrinum var útlendskt fólk við ??? Martin Moritz frá Universitetinum í Hamburg var við Magnusi fyri at royna at fáa data úr einum trýstmátara, sum liggur í Bankarennuni. Havstovan hevur samstarv við Univeristetið í Hamburg gjøgnum EU-verkætlaninaNACLIM, sum m.a. fíggjar flestu streymmátingarnar hjá Havstovuni.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Kelda: hav.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder