Tað vóru Mortan Vang, stjóri, og Óluva Vang, verkætlanarleiðari, sum skrivaðu undir vegna MTV-Byggivirkið, og Niels Mortensen, nevndarformaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri, vegna Atlantic Airways.
- Talan er um eina sera spennandi verkætlan fyri okkum. Hetta er nakað annað enn tað, vit eru von við at byggja, og nakað, sum fer at mynda Føroyar úteftir, og tað er eisini við til, at vit sum byggifyritøka gera vart við okkum, sigur Mortan Vang.
- Vit hava í dag tikið eitt stórt fet á leiðini móti hesum risa framstigið, sum hesin simulatorin er fyri føroyska flogvinnu, umframt at tað verður eitt nýtt vinnuligt bein hjá Atlantic Airways at standa á, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, sum fegnast um, at skjøtul nú verður settur á byggingina.
Bygningurin, sum verður hitaður við jarðhita, verður smáar 1.500 fermetrar til støddar, og hálvan november í ár verður hangarurin klárur. Tá skal uppsetingin av sjálvum simulatorinum nevniliga í gongd.
Tað er Mayfinn Norðoy frá arkitektafyritøkuni Kontrast, ið hevur teknað bygningin. Íblásturin til bygningin kemur millum annað frá Lítlu Dímun og Stóru Dímun.
Atlantic Airways Aviation Academy verður klárt at taka ímóti fyrstu tyrluskiparunum í simulatorinum summarið 2024, og sjálvur bygningurin stendur liðugur oktober sama ár.
Simulatorurin er tann framkomnasti simulatorurin til tyrlusimulatorvenjingar, sum eru atkomuligar í dag. Talan er um ein AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulator, sum syrgir fyri fyrsta floks ímyndaðari flogvenjing, sum tekur støði í umhvørvinum. Eisini er hetta ein simulator, sum kann venja manningar í sambandi við leiting og bjarging, sum eisini er avgerandi fyri føroysku tyrlumanningina, sum er partur av tilbúgving Føroya alt samdøgrið, alt árið. Tyrluvenjingarnar, sum Atlantic Airways Aviation Academy fer at bjóða, eru harvið ein heildarloysn, sum fevnir bæði um flogskiparar og bjargarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald