Príshækkingar á útlendskum marknaðunum hava verið til fyrimuns fyri føroyska vøruútflutningin í 2022. Útflutningsvirðið er økt við einum fjórðingi í 2022 vegna øktar prísir á serliga botnfiski og alifiski. Samstundis eru innflutningsprísirnir øktir í 2022, tó ikki líka nógv, sí mynd 1
Mynd 1 Inn- og útflutningur av vørum
Nærum ein fjórðingur av føroyska vøruútflutninginum fór til Russlands í 2021, og tað lækkaði niður í 8% í 2022, sí mynd 2. Hóast útflutningurin til Russlands er minkaður, var samlaði vøruútflutningurin størri í 2022, enn í 2021.
Mynd 2 Útflutningurin av vørum til Russlands
Avlopið á handilsjavnin var 571 mió. kr. 2022 meðan handilsjavnin uttan skip og flogfør var 1.562 mió. kr. Síðani 2010 eru útflutningsinntøkurnar farnar úr 4,4 mia. kr. upp í 12,1 mia. kr. í 2022; ein øking á 175%, sí mynd 3. Hetta hevur ført til eitt støðugt avlop á handilsjavnanum seinastu árini. Árini 2014-2022 hevur avlopið verið góðar 800 mió. kr. í miðal um árið. Høvuðsorsøkin til vaksandi útflutningin seinastu áleið 10 árini, er vaksandi útflutningur av uppsjóvarfiski og størri útflutta nøgd av alifiski saman við prísvøkstri á aldum laksi.
Mynd 3 Handilsjavnin hevur avlop
Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald