Ítróttur

Avgerandi FM-brakið á Giljanesi í kvøld

Polestar-deildin, menn: Í kvøld kl. 19 verður triðja og avgerandi FM-finalan í Polestar-deildini millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi.

2025-03-27 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri góðari viku síðan vann SÍ 3-1 í fyrstu finaluni, sum eisini varð leikt á Giljanesi. Í Mjølni iðra teir seg um, at teir ikki vunnu dystin, tí í triðja og fjórða setti var Mjølnir á odda ávikavist 23-18 og 23-19, men tapti kortini bæði settini og tí eisini dystin.
Fríggjakvøldið eydnaðist so Mjølni at vinna 3-1 á heimavølli í aðru FM-finaluni, men tað var um eitt hár gjørt, tí eisini í tí dystinum kom SÍ gravandi móti endanum á fyrsta og fjórða setti, eftir at hava verið aftanfyri við fleiri stigum, men Mjølnir vann ávikavist 26-24 og 31-29.

Men skal Mjølnir vinna sítt sjeynda føroyameistaraheiti á rað, so skal Mjølnir gera tað, sum einki annað manslið hevur gjørt fyrr, og tað er at vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrstu finaluna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder