
Auvergne er systurskip hjá Aquitaine, sum var í Føroyum í nakrar dagar í september, og hjá Bretagne, sum lá við kai í Havn í nakrar tímar í mai í 2021.
Hesi skip eru herskip, sum kunnu nýtast til ymisk endamál, sokallað Frégate Scouteur (FS). Tey seks systurskipini, sum eru bygd í hasum Aquitaine-klassanum, eita: Aquitaine, Provence, Languedoc, Auvergne, Bretagne og Normandie. Tey eru bygd í tíðarskeiðnum 2010-2020 á skipasmiðjuni hjá Naval Group í Lorient. Verkætlanin æt Frégate européenne multi-missions / FREMM.
Auvergne er 6000 tons, 142 metrar langt, 19,8 metrar breitt og hevur heimstað í Brest.
Meðan Auvergne liggur á Havnini verður vitjað hjá ymsum myndugleikum, eins og umboð fyri somu verða boðin umborð.
Møguligt verður hjá almenninginum at vitja umborð fríggjadagin 21. mars í trimum umførum:
Kl. 09.00-10.00
Kl. 10.00-11.00
Kl. 11.00-12.00
Gevið gætur : Neyðugt er at boða frá og skráseta seg við at ringja ella skriva til tel. +298 211057 áðrenn hósdagin 20/3 kl.10.
Franska konsulátið í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald