Lýsing

Atlantic Airways søkir eftir starvsfólki til bókhald

-

2022-02-25 16:12 Author image
-
placeholder

 

Vit leita eftir einum starvsfólki til okkara roknskapardeild at byrja sum skjótast.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um vanligt bókhaldsarbeiði umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur.

Vit vænta, at tú...
- hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving/royndir
- ert sera væl skipað/ur og hevur eyga fyri smálutum
- ert tænastusinnað/ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir
- hevur lætt við at seta teg inn í kt-skipanir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til bókhaldsskipanina Navision.

Vit bjóða:
- eitt avbjóðandi starv við nógvum ymiskum uppgávum
- eitt fjølbroytt og dynamiskt arbeiðspláss
- at gerast partur av eini fyritøku í støðugari menning

Løn- og setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á Vága Floghavn

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 14. mars 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg í samband við Marius Davidsen, fíggjarstjóra tlf. +298 21 37 03 ella við telduposti á [email protected]  ella Elina Sigvardsen, HR leiðara á tlf. +298 21 37 02 ella við telduposti á [email protected] .

Um okkum
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder