Á aðalfundinum í dag varð ársroknskapurin hjá P/F Atlantic Airways fyri 2022 lagdur fram, ið vísir stóra framgongd samanborið við 2021.
351.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2022. Hetta er methøgt. Í mun til 2021 er ferðafólkatalið økt við 150.000 ferðafólkum. Umleið 47 prosent av ferðafólkunum vóru útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 164.000 ferðaseðlar. Tá ið føroyingar uttanlands verða taldir við, vísa hagtølini, at umleið 55 prosent av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands.
Framleiðslan hjá flogførunum øktist 65 prosent – úr 4.984 flogtímum í 2021 upp í 8.654 flogtímar í 2022. Tyrluflúgvingin øktist 8 prosent – úr 764 tímum upp í 825 tímar í 2022. Í 2022 var tyrlan boðsend 58 ferðir til leiting, bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 8,1 minuttum.
Atlantic Airways hevði 21,0 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022, samanborið við 9,6 milliónir krónur í halli í 2021. Samlaðu inntøkurnar í móðurfelagnum øktust úr 410 milliónir krónur í 2021 upp í 689 milliónir krónur í 2022. Úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar (EBITDA) gjørdist 78 milliónir krónur í avlopi í 2022 samanborið við 43 milliónir krónur í avlopi í 2021.
- Vit eru sera takksom fyri øll okkara trúføstu viðskiftafólk og tað stóra arbeiðið, sum leiðsla og starvsfólk hvønn dag í árinum gera fyri at veita eina góða og heimliga tænastu. Vit fegnast um, at avlop aftur er í rakstrinum eftir tvey avbjóðandi ár, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
New York nýtt ferðamál seinni í ár
Í næstum verður byrjað at selja ferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til New York. Fyrsti túrur vestur um hav verður 22. august, og flogið verður eina ferð um vikuna til fyrst í oktober.
Í 2023 bjóðar Atlantic Airways ferðafólki beinleiðis rutuflúgving til og úr Føroyum til 11 ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Oslo, Reykjavík, Edinburgh, París, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria og New York.
Talið av flogtúrum verður økt, og roknað verður við fleiri ferðafólkum, sammett við 2022.
Við fýra Airbus A320 flogførum eru vit til reiðar til framhaldandi vøkstur í føroyskari ferðavinnu og menning av flogsambandinum út í heim, samstundis sum tøka orkan verður seld til leiguflúgving.
Simulatorbygningur
Um stutta tíð verður farið í gongd við at byggja høllina til tyrlusimulatorin, ið eftir ætlan letur upp í juni 2024. Við nýggja tyrlusimulatorinum fara Atlantic Airways og Føroyar at gerast ein altjóða miðdepil fyri tyrluvenjing, har tyrluskiparar úr øllum heiminum kunnu koma til mest framkomna AW139 tyrlusimulator á marknaðinum.
Leggja dent á burðardygd
Atlantic Airways leggur stóran dent á burðardygd og hevur sum mál at flúgva so umhvørvisvinarliga sum gjørligt. Síðani 2008 er CO2-útlátið fyri hvørt flogsetur á farleiðum felagsins fallið við 48%, orsakað av nýggjari, størri og umhvørvisvinarligari flogførum.
Flúgva fyri Føroyar
Okkara fremsta mál er at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið, samstundis sum rutunetið eisini gevur útlendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. Og vit taka lut í menning av ferðavinnu í Føroyum, umframt at tyrlur okkara knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.
Virkin luttakari í samfelagnum
Sum virkin luttakari í samfelagnum stuðlar felagið føroyskum ítrótti, mentan o.s.fr. og samstarvar eitt nú við Landssjúkrahúsið og MEGD. Harumframt hevur felagið við Sveiggj skipanini serstaka prísskipan til ungdóm og lesandi, so eisini tey, ið lesa uttanlands kunnu varðveita tilknýtið til Føroyar og føroyska samfelagið.
Nevndin
Aðalfundurin afturvaldi somu umboð í nevndina, og Niels Mortensen heldur fram sum nevndar-formaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen, ið er nývaldur sum starvsfólkavaldur nevndarlimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald