Ítróttur

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

2024-03-26 14:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

HSF:

Atgongumerkini eru ikki komin til sølu enn, men verða tey sett til sølu í apríl mánaði. Áhugin er eisini stórur í Norðurmakedonia fyri dystinum og verður væntandi útselt. Norðurmakedonska hondbóltssambandið hevur tískil tørv á at vita, hvussu nógvir føroyingar kunnu væntast, soleiðis at atgongumerki kunnu leggjast av.

Um tit ynskja at tryggja tykkum lut í føroysku atgongumerkjunum, kunnu tit boða frá á [email protected], hetta í seinasta lagi mánadagin 1. apríl. Vinarliga viðmerkið, hvussu nógv atgongumerki tit ynskja. Fráboðanir eftir 1. apríl eru ikki tryggjaði atgongumerki.

Seinni HM play-off dysturin millum Føroyar og Norðurmakedonia verður leiktur sunnudagin 12. mai kl. 18.00, føroyska tíð, í Boris Trajkovski Arena í Skopje.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder