2022-09-13 09:46
HSF.
EM-undankappingin hjá A-landsliðnum við monnum byrjar í oktober og atgongumerki til fyrsta heimadystin eru nú til sølu.
Føroyar hitta Eysturríki í Høllini á Hálsi sunnudagin tann 16. oktober.
Fyrsti dystur í undankappingini er á útivølli móti Ukraina fýra dagar frammanundan, tann 12. oktober. Orsakað av ófriðinum í Ukraina, verður tann dysturin spældur í Aschaffenburg í Týsklandi.
Føroyar eru í bólki við Eysturríki, Ukraina og Rumenia.
Atgongumerki til Føroyar – Eysturríki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Skundið tykkum! Til seinasta landsdystin í vár, vórðu øll atgongumerki útseld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald