Ítróttur

Áslakur og VK Vestsjælland taptu fjórðingsfinalunar

Í gjárskvøldi dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

2023-03-17 06:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyri nøkrum døgum síðani tapti VK Vestsjælland fyrru fjórðingsfinaluna í Ikast 3-0. Tí høvdu Áslakur og liðfelagið hansara frá Vestsjællandi fyri neyðini at vinna fyri á tann hátt at vinna sær rættin til eina nýggja og avgerðandi fjórðingsfinalu.

Tað eydnaðist ikki. Ikast KFUM vann rættuliga sannførandi 3-0 við settúrslitunum: 25-21, 25-16, 25-19.

Harvið eru Áslakur og Vestsjælland úti av stríðnum um danska meistaraheitið og hava nú bert nakrar dystir eftir fyri at avgerða endaligu plaseringina í donsku kappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder