d
Eftir tapið fyri Gentofte liggur VK Vestsjælland á sætta í bestu donsku deildini - níggju stig eftir oddaliðið Marienlyst-Fortuna Volley. Sjálvt um Vestsjælland tapti dystin, spældi Áslakur Holm so væl sum hevari, at hann fyri umfarið varð valdur á vikuliðið, Dream Team.
Ein av liðfeløgunum hjá Áslaki, Daniel Matheney úr USA, kom somuleiðis á vikuliðið.
Áslakur og Vestsjælland leika aftur ímóti Gentofte fríggjadagin 3. februar - tá í steypakappingini, har liðið er komið í hálvfinaluna. Endaumfarið, “Final 4”, við hálvfinalum og finalu verður leikt í Aarhus. Vinnarin av dystinum leikar finalu sunnudagin ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Nordenskov UIF og Marienlyst-Fortuna Volley. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna sunnumorgunin.
Men longu í morgin, leygardagin, kl. 12:30, spæla Álakur og VK Vestsjælland í landskappingini ímóti Nordenskov UIF, sum liggur á øðrum plássi. Tað er ofta rættiliga spennandi, tá Vestsjælland spælir, tí seks av teirra 13 dystum hava verið fimmsettarar.
Allir dystirnir í donsku flogbóltskappingini kunnu stroymast á https://volleyball.dk/volley-tv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald