Mentan

Ása og Róald Norðberg hava verið gift í 70 ár

Í gjár var ein stórur dagur í Vági. Hjúnini Ása og Roald Norðberg høvdu jarnbrúðleyp t.v.s. tey hava verið gift í 70 ár - Hjartaliga tillukku tit bæði

2025-07-10 07:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ása er 92-ára gomul og Roald er 94 ár.

Roald er uppvaksin í Hvalba og Ása í Vági, tey settu búgv í Vági, tey fingu 4 børn, tað yngsta barnið druknaði í fjøruni á Vágsfirið, beint niðanfyri heim teirra.

Dagurin varð hildin á Hamragarði í Hvalba, har hjúnini eru til umlætting.

Nógv fólk komu í jarnbrúðleyp, har var borðreitt við góðum mati, fleiri talur vóru hildnar og sangir framførdir, eisini var eitt fitt heftið gjørt við fleiri felagssangum og fleiri góðar myndir vóru eisini í heftinum.

Vit ynskja tykkum alt tað besta og takka fyri hugnaligu løtuna á Hamragarði.


JN.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder