Vinna

Arctic Viking skal landa í Tromsø

Arctic Viking, sum hevur fiskað rækjur í Hopendjúpinum í Barentshavinum, skal landa í Tromsø, teir hava fulla last.

2024-06-23 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Teir hava fiskað í góðar 5 vikur og hava 450 tons av rækjum, nú teir sigla inn at landa, teir hava fiskað íi Hopendjúpinum allan túrin, teir byrjaðu 16 mai.

Teir byrja at landa mánamorgunin, teir skifta manning, níggj manning kemur til Tromsø týskvøldið og teir ið skulu heim flúgva úr Tromsø mikumorgunin.

16 mans eru við hendan túrin, skipari er Eirikur Magnussen úr Trongisvági, komandi túr verður Esmar Petersen úr Kollafirði skipari.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder