Vinna

Ársins Virki og Vinnuátakið verða vald fríggjadagin

Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

2023-09-25 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd, sum er stoypt í bronsu.

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan hetta ikki er galdandi fyri Vinnuátakið (fyrr Ársins Átak). Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Vinnuátakið.

Vinnuátakið hevur áður itið Ársins Átak, men Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskti at leggja serligan dent á búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd, og tí er eisini heitið á heiðrinum broytt. Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Fyri Vinnuátakið verður latin ein standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

Hvør verður Ársins Virki og Vinnuátakið 2023 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 29. september á Vinnudegnum 2023.

Í dómsnevndini at velja Ársins Virki og Vinnuátakið sita:

  • Turið Arge, Bank Nordik
  • Jean Djurhuus, Betri Banki
  • Martin Tvede Zachariassen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Herálvur Joensen, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Niels Winther, Vinnuhúsið
  • Niels Mortensen, P/f SMS (Ársins Virki 2022)

Les meira um Vinnudagin 2023

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder