![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Við sanginum "Send mær meira pengar" vann bólkurin í gjár FMA fyri ársins útvarpshitt og gjördist ársins spíri.
RSP hevur livað eitt friðarligt lív í undirgrundini í fleiri ár, men á Sement í fjör, varnaðust fólk veruliga lívliga bólkin, og við fyrsta staklagnum og framförsluni á G! varð bólkurin fólkaogn.
Vit ynskja RSP til lukku við heiðrunum og gleða okkum nú uppaftur meira til í summar.
Hetta var somuleiðis sjeynda og seinasta navnið, ið vit kunngera í sambandi við Spæl föroyskt-vikuna.
Vit hava kunngjört Marius Ziska, Byrta, Marius DC, Högna, Anniku Hoydal, 200 og nú RSP. Tey koma afturat eini skrá, ið telur donsku Jada, Íslendsku Bríet, föroysku Eivör og Brimheim, svensku Lucky Lo, finsku Irene. Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí mikudagin fer prísurin upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald