2023-11-04 13:52
Á ársveitsluni hjá 07 Vestur í gjár, bleiv Ari í Haraldstovu Petersen valdur til ársins spælara hjá felagnum.
Tað hevur ljóða í eina tíð, at Ari skiftir til KÍ, og í morgun bleiv hann kunngjørdur sum KÍ spælari.
KÍ skrivar:
Vit kenna hann sum 07Vestur og U21 málverja - nú er Ari í Haraldsstovu Petersen bláur!
Tað er við gleði, at vit kunngera, at Ari hevur gjørt sáttmala við felagið í 2024, 2025 og 2026.
Ari byrjar at venja við hópinum longu í morgi.
Vælkomin til Klaksvíkar og KÍ, góði Ari, vit gleða okkum til samstarvið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald