Vinna

Árni Skaale spyr Dennis Holm um hvussu royndist á Føroya Banka í 2022

Tað ger hann fyri at lýsa málið um Føroya Banka so væl sum gjørligt, og áðrenn støða verður tikin til skipan fyri 2023.

2023-01-20 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hvussu royndist Føroyabanki í 2022?

Eftir, at tað bleiv staðfest, at toskurin á Føroyabanka var minkaður sera nógv, varð hesin stongdur fyri allari veiðu í 2008.

Smávegis royndir hava ígjøgnum árini verið gjørdar, men ikki fyrr enn í 2022 bleiv fiskiskapur aftur skipaður á vinnuligum grundarlagi. Tó varð hetta gjørt við eini serskipan fyri bara eitt ár. Sostatt skal nýggj skipan gerast fyri 2023.

Fyri at lýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn støða verður tikin til skipan fyri 2023, verður skrivligur fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Dennis Holm.

1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka?

2. Hvørjir bátar, greina á bólkar, veiddu á Føroya Banka í 2022?

3. Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?

4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær?

Árni Skaale, løgtingsmaður. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder