Týsdagin 8. november kl. 14:00 verður síðsta skotið í tunlinum til Árnafjarðar latið av.
Á kajøkinum í Ánunum, fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin. Síðani heldur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum ein røðu og at enda ber Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fram røðu.
Eftir røðuna, fer Knút Guðjónsson, at lata fyrsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.
Til seinast verður kaffi, te og smákøkur at fáa í Húsmøðrafelagnum, Bøgøta 4, Klaksvík.
Øll eru vælkomin.
Fakta um nýggju tunlarnar norður um Fjall:
Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900m langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200m langur. Samlað vegalongd, har tunnlar og vegir eru roknaðir við, eru umleið 6500m langt.
Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald