Vinna

Árið 2021 var eitt nøktandi ár hjá Vónin samtakinum

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Litava og nýliga eisini í Skotlandi.

2022-06-10 09:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv


Árið 2021 var eitt nøktandi ár hjá Vónin samtakinum. Sølan fyri árið var 534,5 mió.kr., í mun til 511,2 mió. kr. í 2020. Úrslitið fyri 2021 hjá samtakinum bleiv 52,0 mió.kr., í mun til 53,4 mió.kr. í 2020. Orsøkin til lækkingina í úrslitinum, hóast vøkstur í søluni, er at umfatandi íløgur eru framdar í samtakinum; øktar útreiðslur til menning og harumframt øktar lønarútreiðslur,serstakliga á framleiðslustøðum okkara uttanlanda. 


Sølan uttanlands er vaksandi. Í 2021 var meira enn 2/3 av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttanfyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av samlaðu søluni, og kemur væntandi at vaksa enn meira komandi árini.


Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Litava og nýliga eisini í Skotlandi. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.


Síðan 2012 hevur Vónin uppliva støðuga vaksandi sølu av alinótum og fortoyningum til skotsku alivinnuna.

Góða gongdin hevur veruliga tikið dik á seg síðstu árini. Stóra nøgdsemi frá skotsku kundunum við tænastur og vørur frá Vónini hevur virkað til, at Vónin hevur stovnað eitt skotskt felag og fer at byggja eina tænastustøð í Skotlandi. Støðin verður eftir ætlan tikin í nýtslu við ársenda í 2023.


Fyri at tryggja eina framkomna og meira umhvørvisvinarliga tænastu til føroysku kundarnar í alivinnuni, er Vónin byrja at byggja eitt nýtt barki- og turkihús við Norðskála, sum verður 930 fermetrar til støddar. Íløgan ger at Vónin fer frá oljugrundaða til vatngrundaða barking, ið er meira umhvørvisvinarliga. Høllin verður tikin í nýtslu við ársbyrjan í 2023.


Vónin setti sær sum mál at menna nýmótans trollemmar, ið eru sjálvstýrandi. Hesir trollemmar, eisini nevndir snildlemmar, skulu verða so mikið gløggir, at teir sjálvvirkandi tillaga seg til umstøðurnar í sjónum og annars hvussu skiparin ynskir at fiskast skal. Í ár verður fyrsta royndin við hesum framkomnu snildlemmum gjørd.


Felagið í Norra, Vónin Refa, hevur við sínari góðu staðseting, við fimm deildum í norðurpartinum av landinum, m.a. Tromsø og Finnsnes, ment seg til at verða ein álítandi veitari til bæði fiski- og alivinnuna í Norra. Vøksturin í alivinnuni hevur virkað til, at felagið hevur framt eina stóra íløgu, soleiðis at felagið í dag hevur tí mest framkomnu tænastustøðina í Norra.


Ein meira burðardyggur rakstur hevur fingið eina hægri raðfesting hjá samtakinum. Millum annað kann nevnast, at Vónin í Føroyum, í samstarvið við IRF, er byrja at arbeiða stigvíst við at endurvinna trol, nótir og alinótir fyri at fyribyrgja, at tilfarið fer til tyrvingar. Harumframt er ætlanin hjá felagnum at skerja sítt útlát av vakstrarhúsgassi við minst 50% innan ár 2030.


Fyri 2021 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 447. Har av starvast 98 av teimum í Føroyum.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn-og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.


Hjalmar H. Petersen, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder