Vinna

Arctic Voyager er komin á Fuglafjørð

Seinnapartin kom Arctic Voyager á Fuglafjørð

2025-03-15 18:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arctic Voyager, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, kom seinnapartin á Fuglafjørð við 1700 tonsum av svartkjafti.

Í løtuni landar Christian í Grótinum til Havsbrún. Arctic Voyager eigur landingartørn tá ið liðugt er at landa Christian í Grótinum, helst fyrrapartin í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder