Vinna

Arctic Viking landar í Tromsø

Rækjutrolarin Arctic Viking kom í morgun til Tromsø - fullfermdur av rækjum.

2023-07-04 11:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Arctic Viking hevur gjørt ein góðan túr, teir hava fiskað í 5 vikur og hava 500 tons, sum teir landa í Tromsø.

So verður gjørt klárt til nýggjan túr, eisini skulu teir skifta fólk, tey íð skulu við, komandi túr, fara avstað hósmorgunin við flogfari úr Vágum.

Henda túrin hevur Esmar Petur Petersen verið skipari, komandi túr verður Heri Thomsen skipari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder