Vinna

Arbeiðstakarin: Samstarvsevnir og handlikraft eru umráðandi

Tað er týdningarmikið, at verkætlanin er væl lýst, áðrenn arbeiðið byrjar, og at partarnir duga at samstarva og handla, heldur stjórin á Articon

2023-01-23 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Við 265 starvsfólkum og yvir 20 árum á baki er Articon ein tann størsta byggifyritøkan í landinum. Tey hava royndir við flest øllum útbjóðingarhættum og hava eisini gjørt uppgávur, sum ikki eru bjóðaðar út.


Ongin ávísur útbjóðingarháttur kann sigast at vera bestur, tí tað veldst alt um uppgávuna, heldur Jón Sigurdsson, stjóri á Articon.


-Smáu, ókompliseraðu uppgávurnar egna seg best sum fakarbeiðstøka. Størri verkætlanir, har samskipanin millum fak verður ein uppgáva í sær sjálvum saman við tí byggitekniska, hóska best sum høvuðsarbeiðstøka.


Les alla samrøðuna við Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, í nýggjasta Ráðgevarablaðnum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder