Vinna

Arbeiðsloysið 1,0% í januar

Í januar var arbeiðsloysið 1,0%, ið svarar til 286 fulltíðararbeiðsleys.

2022-03-30 15:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 1,0% í januar, ið svarar til knappliga 286 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 345 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,5% í januar í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentArbeiðsloysi% av arbeiðsfjøldiniArbeiðsloysiÁrstíðarjavnaðTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '222000201020200,05,010,01,0 %

Í januar var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Sama mánað í 2020 var tað 1,4% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentArbeiðsloysi, kyn% av arbeiðsfjøldiniMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan '10Jul '10Jan '11Jul '11Jan '12Jul '12Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '222000201020200,05,010,01,0 %0,9 %

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Norðurstreymoy og í Norðoyggjum við 0,5%. Í Suðuroy er arbeiðsloysið 2,0%.

Arbeiðsloysi, bústaðarøki% av arbeiðsfjøldini0,5 %​0,5 %0,7 %​0,7 %0,5 %​0,5 %1,2 %​1,2 %0,9 %​0,9 %1,1 %​1,1 %2,0 %​2,0 %

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í januar vóru 17,4% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2021 vóru 9,4% langtíðararbeiðsleys.

Kelda: Hagstova FøroyaprosentTíð í arbeiðsloysiprosentbýti av tíð í arbeiðsloysi1-29 dagar30-89 dagar90-179 dagar180-364 dagar365+ dagarJan '17Apr '17Jul '17Okt '17Jan '18Apr '18Jul '18Okt '18Jan '19Apr '19Jul '19Okt '19Jan '20Apr '20Jul '20Okt '20Jan '21Apr '21Jul '21Okt '21Jan '22201820202022050100

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, tí fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder