Vinna

Arbeiðsloysið 0,8% í februar

Arbeiðsloysið er lægst í Eysturoy og Vágum.

Mynd: Hagstova.fo

Mynd: Hagstova.fo

2023-03-23 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Hagstova.fo:

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,8% í februar, ið svarar til 240 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,0% í februar í 2022, ið svarar til 296 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í februar vóru 270 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.



Arbeiðloysið 0,8% bæði hjá monnum og kvinnum

Í februar var arbeiðsloysið 0,8% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 131 fulltíðararbeiðsleysar menn og 109 kvinnur. Sama mánað í 2022 var arbeiðsloysið 1,1% hjá monnum og 0,9% kvinnum.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn millum menn seinastu tíggju árini. Hesin munurin er tó tódnaður, og nú er eingin munur millum kynini.



Lægst í Eysturoy og Vágum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í februar var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni við 0,4% og í Vágum við 0,5%. Í Sandoynni var arbeiðsloysið 2,0%.



Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,5% og hægst millum tey 25-34 ára gomlu við 1,1%. 

Kelda: Hagstova FøroyaprosentArbeiðsloysi í %, aldur. Feb 202316-24 ár25-34 

10% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í februar vóru 26 persónar ella 9,7% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Parturin av langtíðararbeiðsleysum er minkaður seinasta árið. Sama mánað í 2022 vóru 48 persónar ella 14,2% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder