Arbeiðsloysið var 0,7% í november, ið svarar til 220 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8% í november í 2021, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í november vóru 285 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.
Arbeiðloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum
Í november var arbeiðsloysið 0,7% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 120 fulltíðararbeiðsleysar menn og 100 kvinnur. Sama mánað í 2021 var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og 0,7% kvinnum.
Lægst í Vágum og í Eysturoy
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í november var arbeiðsloysið lægst í Vágum og Eysturoynni við 0,4%. Í Sandoynni var arbeiðsloysið 1,7%.
Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu
Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,5% og hægst millum tey 25-34 ára gomlu við 1,0%.